Brúkaraprístalið vaksið 10,1 prosent

Brúkaraprístalið er vaksið 10,1 prosent seinasta árið. Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum eru hækkaðir, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin

Sigurjón Einarsson
19. januar 2023 kl. 12:17

Brúkaraprístalið er vaksið 10,1 prosent seinasta árið.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Seinastu dagføringarnar eru skrásettar í november í fjør.

Tað er serliga prísirnir á mati og drykkjuvørum, sum er nógv hækkað seinasta árið.

– Matur og drykkjuvørur telja mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum á 13,3 prosent hevur havt størst ávirkan á brúkaraprístalið seinasta árið. Tað er ein vøkstur á næstan fýra prosent síðani uppgerðina av prístalinum í august í 2022, skrivar Hagstovan.

Verður hugt nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri í 2022, so sæst, at prísirnir á oljum og fitievnum, sum smør og margarin, eru hækkaðir við 30 prosentum. Kjøt er vorðið 17 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á kornvørum og breyði umframt mjólkarvørum. Kaffi, te og kakao er dýrkað umleið 20 prosent.

Kelda: Hagstovan