Bumbuhóttanir ímóti trimum valstøðum í Póllandi

Tilsamans 200 fólk vórðu flutt burtur

Ragnar Sjúrðarson
16. oktober 2023 kl. 11:33

Í Póllandi vórðu tilsamans 200 fólk flutt burtur í gjár eftir at trý valstøð vórðu rakt av bumbuhóttanum í høvuðstaðnum Warszawa. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Eitt umboð fyri løgregluna í Póllandi sigur við pólsku tíðindastovuna PAP, at boð vórðu send eftir bumburuddarum.

Í gjár var val til lóggávutingið í Póllandi. Umleið 29 milliónir fólk høvdu valrætt – harav umleið ein hálv millión, sum býr uttanlanda.