Bumbuliðið hjá løgregluni var til staðar á fløgvøllinum í Kastrup

Trygdarøkið á flogvøllinum var avbyrgt meðan løgreglan gjørdi kanningar

Ferðafólk vóru noydd at bíða uttanfyri (Mynd: Kenneth Meyer)
Fríðmundur Nattestad
9. apríl 2024 kl. 16:11

Fyrr í dag varð innskrivingin á flogvøllinum í Kastrup stongd av løgregluni, tí ein illgrunasamur lutur var funnin í trygdarøkinum.

Løtu seinni kom fram, at bumbuliðið hjá løgregluni í Keypmannahavn eisini var til staðar, og at øll ferðafólk vóru førd burtur av trygdarøkinum.

Løgreglan í Keypmannahavn váttar tó nú á sosiala miðlinum X, at stongsilin av trygdarøkinum nú er avtikin, og at trygdarøkið aftur koyrir sum vant.

- Onki óvanligt varð funnið, skrivar løgreglan á X.