Burn deildin hjá monnum

Favorittarnir vunnu

Dan Lamhauge
13. desember 2020 kl. 18:24

Tríggir dystir í Burn deildini hjá monnum eru leiktir um vikuskiftið.

Málríkasti dysturin varð leiktur longu leygardagin. Tá vitjaði Team Klaksvík Neistan í høllini á Hálsi. Talan gjørdist um málríkan dyst, sum Neistin vann 36-33. Dysturin varð í veruleikanumavgjørdur fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, tá tað fór frá javnleiki 17-17 til 24-18 til Neistan. Stóri leikarin var Karl Martin Olsen, sum skoraði 11 mál fyri Neistan.

Í Kollafirði tók KÍF ímóti VÍF. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, dró VÍF støðugt frá í seinna hálvleiki og vann sannførandi 31-24. Sum ikki einaferð, so var Filip Jojic toppskjútti. Hann gjørdi 11 mál fyri VÍF.

Seinasti dysturin var millum botn og topp. Kyndil, sum hevur eitt trupult ár, tók móti toppliðnum úr Hoyvík. Men, talan gjørdist um ein javnan dyst, sum H71 tó vann. Endaliga úrslitið gjørdist 24-20 til H71, eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 11-9. Anders Risdal hjá Kyndli saman við Róa á Skipagøtu og Niklas Hanusarsyni hjá H71 skutu allir 7 mál hvør.

Úrslitini staðfestu tað, sum stigatalvan vísir, nemliga at H71, VÍF og Neistin eru best liðini í løtuni.