Búskaparráðið: Húsarhald væl fyri fíggjarliga hóast stóran prísvøkstur

Inflasjónin og renturnar hava verið søguliga lágar síðstu nógvu árini, samstundis sum lønirnar eru øktar. Tað hevur givið húsarhaldunum fleiri pengar millum hendurnar. Men við høgu inflasjónini er tøki peningurin minkaður, sigur Búskaparráðið

Sigurjón Einarsson
14. mars 2023 kl. 11:30

Hóast stóra prísvøksturin, eru húsarhaldini sum heild væl fyri fíggjarliga.

Tað skrivar Búskaparráðið í várfrágreiðingini.

Ráðið skrivar, at inflasjónin og renturnar hava verið lágar seinasta áratíggju, samstundis sum lønirnar eru øktar, og tað merkir, at húsarhaldini hava fingið ein reallønarvøkstur. Økta inflasjónin hevur tó minkað um henda reallønarvøkstur síðani umleið á sumri 2021 (sí mynd niðanfyri).

- Seinastu níggju árini hava føroysku húsarhaldini harumframt økt um síni innlán í føroysku bankunum; innlánini eru økt 60 prosent í tíðarskeiðinum frá árslok 2013 til árslok 2022, skrivar Búskaparráðið.

Føroysku peningastovnarnir siga eisini frá, at húsarhaldini ikki biðja um skáa í størri mun enn vanligt, og at trotini ikki eru størri, enn tey plaga at vera.

- Tó slepst ikki undan, at summi húsarhald, sum longu frammanundan høvdu ilt við at fáa endarnar at røkka saman, eru komin í eini uppaftur verri fíggjarligari støðu við seinastu prís- og rentuhækkingunum.

Búskaparráðið heldur, at verður almennur stuðul latin fíggjarliga sperdum familjum, so eigur hann at vera miðvísur og avmarkaður til einans at røkka teimum, ið tørva stuðul.

Kelda: Landsbankin