Býráðslimir í Havn hava skomm av Skansanum

Tey halda, at tað er flóvisligt at vísa Skansan fram, tí hann er við at detta sundur av misrøkt

Áki Bertholden
2. mai 2024 kl. 19:15

Býráðslimir í Havn hava skomm av Skansanum. Tað var týðiligt á seinasta býráðsfundi, har tosað varð um at fríðka um í miðbýnum í Havn.

Í tí sambandi reisti Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, spurningin um Skansan.

– At síggja Skansan er at fara at gráta av, segði hann. Tí heldur hann, at tað einasta rætta hevði verið, at landsins myndugleikar góvu kommununi Skansan, so at hann kundi verðið hildin.

Annika Olsen, býráðslimur er samd í, at tað er flóvsligt at vísa Skansan fyri ferðafólki, tí hvussu víkir og vendir, er hann eitt býarmerki fyri Havnina.

Heðin Mortensen er púra samdur og hann sigur, at bæði hann, og undanfarin býráð, hava gjørt stórarbeiði fyri at yvirtaka Skansan.

Og hann sigur, at undir farnu samgongu varð komið so mikið langt, at eitt skjal um at kommunan skuldi yvirtaka Skansan, var klárt at skriva undir. Men so var Jenis av Rana, ið var landsstýrismaður í mentamálum, koyrdur frá, og so hendi ikki meiri, sigur Borgarstjórin.

Hann sigur, at tað er kommunan, sum stendur fyri tí sindri av viðlíkahaldi, sum er, tí landsins myndugleikar rætta ikki hond frá síðu fyri at Skansan.

– Tað nyttar lítið at vit reypa okkum av, at vit hava eitt fornminni, sum Skansan, tá ið eingin heldur hann og hann fellur í órøkt.

– Tað er syndarligt at bjóða fólki út á Skansan, men hevði kommunan sloppið at yvirtikið hann, hevði hann verið í góðum hondum.

Hann sigur eisini, at býráðið hevur bjóðað seg fram, at gera ábøtur á Skansan, men friðingarmyndugleikarnir hava hvørki verið til at høgt ella stungið í.   

Tí sigur Heðin Mortensen, at hann fer at gera eina roynd afturat at fáa landsins myndugleikar at lata kommununa yvirtaka Skansan.