Charles kongur sær seg sjálvan á pengaseðlunum fyri fyrstu ferð

Gomlu seðlarnir við Elizabeth drotning verða nú skiftir út við seðlar við eini andlitsmynd av Charles kongi

Ragnar Sjúrðarson
10. apríl 2024 kl. 20:00

Í juni fáa bretar nýggjar pengaseðlar við Charles kongi á.

Kongurin fekk í gjár møguleikan at síggja seðlarnar á Buckingham Palace.

Gomlu seðlarnir við Elizabeth drotning verða í gildi, til teir verða slitnir ella oyðilagdir, skrivar BBC.

Drotningin bar eina krúnu á gomlu pengaseðlunum, men tað ger kongur ikki á síni andlitsmynd, sum er grundað á eina mynd, ið var tikin í 2013.

Hetta er fyrstu ferð, at Bank of England broyta monarkin á pengaseðlunum, tí drotningin var fyrsti monarkurin á seðlunum.

-    Tað er tað, ið er so yvirraskandi, tí ein skuldi trúð, at tað søgan við monarkum á pengaseðlum gekk longur aftur, segði kongurin sambært BBC til framløguna av seðlinum.

Hann kallaði annars nýggju pengarnir “sera snøggar”.