Chelsea ella Crystal Palace skal møta Liverpool í finaluni

Liverpool vann seg víðari úr hálvfinaluni í FA Cup í gjár. Í dag verður hin leikt. Hon er ímillum Chelsea og Crystal Palace. Sostatt skal Liverpool antin møta Chelsea ella Crystal Palace í finaluni.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
17. apríl 2022 kl. 07:54

Chelsea og Crystal Palace

Klokkan 16:30 í dag byrjar hálvfinalan millum Chelsea og Crystal Palace. Eins og siðvenja er í FA Cup, so verða bæði hálvfinalan og finalan leikt á Wembley stadium, ið er heimavøllurin hjá enska landsliðnum. Chelsea er greiður favorittur undan dystinum, tó er ikki óhugsandi, at Crystal Palace kann gera ein vørr. Chelsea hevur verið sera svingandi í seinastuni. Í síðstu viku taptu teir ímóti 3-1 á heimavølli ímóti Real Madrid. Aftrat hesum hevur nógvur ruðuleiki verið rundanum felagið í seinastuni, av tí at russiski eigarin, Roman Abramovich, hevur sett felagið til sølu. Mótstøðuliðið, Crystal Palace, hevur havt eitt gott kappingarár. Fyrrverandi Arsenal miðvallarin, Patrick Viera, varð settur sum venjari áðrenn kappingin byrjaði, og tað hevur eydnast honum væl. Fleiri ungir spennandi leikarar eru í felagnum og teir spæla góðan álopsfótbólt.

FA Cup

Í Onglandi er FA Cup kappingin høgt í metum, bæði av fjepparum og feløgunum. Serliga er tað søgan hjá kappingini, sum er áhugaverd. FA Cup er elsta fótbóltskappingin í heiminum. Hon var fyrstu ferð hildin í 1871. Arsenal er tað liðið, sum hevur vunnið kappingina flest ferðir. Samanlagt hevur Arsenal vunnið kappingina 14 ferðir.

Liverpool og Manchester City

Í gjár var hin hálvfinalan avgreitt. Hon var ímillum Liverpool og Mancherster City. Tað var summarkent veður í London í gjár, tá hálvfinalan var bríkslað ígongd. Liverpool kom væl frá byrjan, tá níggju minuttir vóru leiktir skallaði ungi miðverjin, Ibrahima Konate, bóltin í málið hjá City. Stutt eftir hetta gjørdi málverjin hjá City ein so mikið stóran feil, ið gav mótstøðuliðnum møguleikan at økja um leiðsluna til 2-0, eins og Sadio Mane gjørdi. Beint fyri hálvleik skoraði Sadio Mane enn einaferð, tá fluktaði hann bóltin úr høgru síðu inn við nærmastu stong. Hálvleiksstøðan var 3-0 til Liverpool.

Bæði liðini høvdu hvør sín hálvleik. Hóast tey flestu hildu dystin vera avgjørdan í steðginum, so megnaði City at vinna seg inn í dystin aftur í seinna hálvleiki. Seinni hálvleikur var ikki meir enn bríkslaður ígongd, tá Gabriel Jesus driblaði framvið Liverpool verjuni og síðan spældi bóltin til Jack Grealish, sum skorðaði til 3-1. Eftir hetta høvdu bæði liðini fleiri møguleikar og dysturin kundi fari báðar vegir. Tó kom einki mál fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Í yvirtíðini royndi innskifti vongurin, Riyad Mahrez, seg við einum skoti úr høgru síðu, sum Liverpool málverjin bjargaði, men bólturin endaði við føtrinar hjá Bernardo Silva, sum minkaði um munin til 3-2. Seinastu minuttirnir eru merktir av spenningi, tó eydnast tað ikki Manchester City at skora útjavnandi málið. Sostatt endaði hálvfinalan 3-2 til Liverpool.

Seinasta vikan hevur verið trupul fyri bæði liðini, serliga City. Fyri minni enn eini viku brustu liðini saman í Premier League høpi, tá endaði støðan 2-2. Manchester City og Liverpool liggja ávikavist nummar eitt og tvey í Premier League. Aftrat hesum spældu bæði liðini týsdagin, hvør sína fjórðingsfinalu í Champions League, ið er kappingin fyri tey sterkastu liðini í Evropa. Í fjórðingsfinaluni í Champions League fingu fleiri av lyklaleikarunum hjá City snuddir, millum annað Kevin De Bruyne, sum av tí sama ikki kom á vøllin í gjár. Í mun til City, so spardu Liverpool fleiri av sínum leikarum til dystin í gjár.