Chik Collins innleiðir "Trainspotting"

"Choose life. Choose a job. Choose a career. Choose a family..." Chik Collins, rektari á Setrinum, fer at innleiða sýningina við ”Trainspotting” í Filmsfelagnum í kvøld.

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum
24. august 2022 kl. 16:17

Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er ein Oskartilnevnd perla úr Skotlandi, ið byggir á skaldsøgu hjá Irvine Welsh, sum Danny Boyle hevur gjørt til filmin ”Trainspotting”, sum er bæði provokerandi og undirhaldandi. 

Tað verður fráfarandi lektarin á Fróðskaparsetrinum, Chik Collins, sum fer at innleiða filmin í kvøld. Chik er sjálvur skoti.

Í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh, fylgja vit nøkrum vinfólkum, sum ballast allan sólarkringin. 

Renton, ið er Ewan McGregor í fyrsta kenda leiklutinum, roynir at sleppa sær úr rúsandi umhvørvinum, men tað er truplari, enn hann nakrantíð hevði hugsað sær.

Í heyst eru 60 ár liðin síðan Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio. Tí hevur felagið fingið samstarv við Cinemateket í Keypmannahavn, sum er biografurin hjá Danska Filmstovninum, at vísa klassiskar filmar.

Hinir tríggir filmsklassikararnir eru ”One Flew Over the Cuckoo's” (1975), sum verður sýndur 7. september, “Some Like It Hot” (1959), sum verður sýndur 21. september og “Psycho” (1960), sum verður sýndur 5. oktober, tveir dagar fyri at Filmsfelagið fyllir 60 ár.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar og verða kunngjørdar so hvørt á Facebook profilinum hjá felagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio.

24/8 kl 20:00 Trainspotting (Danny Boyle, Skotland 1996, 93 min)