Váttað: Christian Andreasen fer frá sum floksformaður

Christian Andreasen fer frá sum formaður í Fólkaflokkinum

Kristian Waag Dam
10. november 2022 kl. 09:15

Christian Andreasen fer frá sum formaður í Fólkaflokkinum. Hesum veit miðilin in.fo at siga í morgun. Tíðindi eru enn ikki váttað av Christian Andreasen ella flokkinum.

Sambært in.fo frættast hesi tíðindi frá baklandinum hjá Fólkaflokkinum. Sum skilst stillar hann heldur ikki upp til løgtingsvali tann 8. desembur.

Christian Andreasen gjørdist formaður í vár, tá táverandi formaðurin Jørgen Niclasen mátti leggja frá sær, tí hann var tikin fyri rúsdrekkakoyring og eisini mátti frá sum landsstýrismaður