Christian Atsu er deyður

Fyrrverandi Premier League spælari er í morgun funnin deyður í Turkalandi

Ragnar Sjúrðarson
18. februar 2023 kl. 11:28

Fyrrverandi Premier League spælari hevur verið saknaður síðan ógvusligir jarðskjálvtar raktu Turkaland og Sýria. Í morgun varð hann funnin lívleysur.

Hetta váttar umboðsmaður hansara, Nana Sechere, og felag hansara, Hatayspor, á Twitter.

-    Tað er við stórari hjartasorg, at eg má fráboða, at líkið hjá Christian Atsu tíverri varð funnið í morgun. Mínar samkenslukvøður fara til familju og elskaðu hansara. Eg vil fegin nýta høvið at takka øllum fyri teirra stuðul, skrivar Nana Sechere.

Hatayspor upplýsir, at Atsu verður sendur til Ghana, har jarðaferð hansara verður hildin.

Christian Atsu var bert 31 ára gamal nú hann andaðist.

Hann byrjaði sína yrkisleið innan fótbóltin í FC Porto, og í 2013 varð hann seldur til Chelsea. Í Chelsea varð hann útleigaður til fleiri lið; Vitesse Arnhem, Everton, Bournemouth, Malaga og Newcastle.

Í 2017 skifti hann til Newcastle har hann var í fýra kappingarár. Eftir tíðina í Newcastle skifti hann til saudiska liðið AL-Raed, og í september í fjør skrivaði hann undir við Hatayspor.

Tann 6. februar vórðu Turkaland og Sýria rakt við fleiri kraftmiklum jarðskjálvtum, sum higartil hava kostað meira enn 33.000 fólkum lívið.

Fleiri túsund fólk liggja enn fangaði undir teimum raplaðu bygningunum, orsakað av ógvusligu jarðskjálvtunum.