Myndarøð frá Country Festivalinum: Tey hugnaðu sær í áarførinum

Tað oysti niður, tá Country Festivalurin 2022 byrjaði í gjárkvøldið. Men tað forðaði kortini ikki fólki at koma til festivalin og tað forðaði teimum heldur ikki í at hugna sær

Tekstur: Sveinur Tróndarson/Myndir: Jens Kristian Vang
11. juni 2022 kl. 14:46

Tað var sum um, at náttúran var so fegin um, at festivalarnir aftur kunnu haldast í Føroyum, at hon græt.

Ella var tað bara tað at fyrireikararnir høvdu rakt ein keðiligan dag, tí tað oysti niður, tá hol varð sett á Country Festivalin 2022, tann fyrsta festivalin síðan 2019.

Øllum kunnugt hevur korona lagt ein rímiliga effektivan dempara á alt festivalvirksemi, ikki bara í Føroyum, men kring allan heimin, og tað er einki at siga til, at fólk nú fer ímóti regni og vindi, tá ein festivalur endiliga er komin aftur á skrá.

Høvuðsnavnið í gjárkvøldið, Heather Myles, var á pallinum saman við góðum fólki í gjárkvøldið, og sum myndirnar vísa lat hon seg ikki stórvegis ávirka av regninum. Umframt hana vóru fýra føroyskir bólkar eisini á pallinum, Kóboykex, Ólavur á Váli, Tinganest og Signar í Homrum.

Í dag er veðrið munandi betur. Sólin hevur kagað fram onkustaðni, men tað týdningarmiklasta, tað er turt.

Í kvøld verður tað Magni Christiansen, sum byrjar konsertirnar, síðan kemur Herborg Torkilsdóttir á pallin og eftir hana er tað høvuðsbólkurin fyri í kvøld, Bellamy Brothers, sum framføra, áðrenn Hans Jacob og vinmenn taka yvir. Sum tann næst seinasti fer Hallur Joensen á pallin og ársins festivalur endar, tá Fourmehn eru lidnir at spæla í nátt. Tá mann klokkan fara at tátta í hálvgum fýra ella har á leið.

Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var á Dungasandi í gjárkvøldið, og gjørdi hesa myndafrásøgnina frá ársins Country Festivali.