Dani Alves dømdur fýra ára fongsulslrevsing

Brasilski fyrrverandi fótbóltsleikarin skal inn at sita fyri neyðtøku

Mynd: Jordi Borras/Ritzau Scanpix
Fríðmundur Nattestad
22. februar 2024 kl. 11:00

Fyrrverandi høgribakkurin á brasilska landsliðnum, Dani Alves, hevur spælt fyri feløg sum Barcelona, Juventus og PSG, og hevur vunnið alt, sum vinnast kann, í liðfótbólti.

Nú er Dani Alves dømdur av einum sponskum domstóli, fyri at hava neyðtikið eina kvinnu, á vesinum á einum náttklubba í Barcelona, um morgunin 31. desember í 2022.

Brasiliumaðurin skal inn at sita í fýra og eitt hálv ár, umframt at hann skal rinda kvinnuni eitt endurgjald á 150.000 evrur, ella góðar 1,1 millión krónur.