Danir funnu spæligleðina aftur

20 ára gamal álopsspælari skoraði hattrikk og verður sagdur at minna um bæði Bendtner og Eilkjær

Jóannes Hansen
23. mars 2023 kl. 23:20

Undan jólum var tað avgjørt einki at reypa av, tá ið Danmark longu eftir innleiðandi umfarið varð varpað úr HM kappingini í Katar.

Í kvøld var fyrsti møguleikin hjá danska fótbóltslandsliðnum at reisa seg. Tað var í fyrsta umfari í nýggju EM undankappingini. Mótstøðuliðið var Finnland, sum vann 1-0, tá ið hesi somu liðini í 2021 hittust í EM kappingini á júst sama vølli. Tann dysturin verður fyrst og fremst hugsað aftur á, tí tað var tá, at danski landsliðsspælarin Christian Eriksen koppaði um og varð koyrdur á Ríkissjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at hann akkurát var sloppin við lívinum, eftir at vera raktur av hjartasteðgi.

Í kvøld vann Danmark 3-1. Leingi sá tað út til, at talan fór at vera um danskt vónbrot, tí støðan var 1-1. Men so eksploderaði danska liðið og serliga 20 ára gamli Rasmus Højlund, sum er á lønarlistanum Atalanta í Italia. Hann skoraði hattrikk, og danir fegnast um, at tað sær út til, at teir eiga eina nýggja álopsstjørnu, sum danskir miðlar í kvøld sammeta við bæði Niclas Bendtner, tá ið hann var upp á tað besta og við sjálvan Preben Elkjær, ið framvegis verður roknaður at vera ein av bestu álopsspælarunum yvirhøvur hjá Danmark.

Danskir miðlar skriva í kvøld, at tað eru 60 ár síðani, at danskur spælari hevur skorað hattrikk í kappingardysti. Í 1963 var tað legandariski Ole Madsen, sum ímóti Luksemborg í EM fjórðingsfinalu gjørdi bart. Tað var neyðugt at spæla tríggjar dystir, áðrenn tað var greitt, at Danmark hevði spælt seg víðari. Tann fyrsti endaði 3-3, annar dysturin endaði 2-2 og so var neyðugt við nýggjum dysti, sum Danmark vann 1-0. Ole Madsen skoraði øll tey donsku málini.

Næsti dysturin hjá Danmark verður sunnudagin á útivølli ímóti Kasakstan.