Danir kunnu seta nýtt met

Sunnukvøldið hevur Danmark møguleika at vinna triðju HM finaluna á rað

Jóannes Hansen
27. januar 2023 kl. 20:17

Tað er ongantíð komið fyri áður, at sama tjóð hevur vunnið HM í hondbólti tríggjar ferðir á rað. Nú er møguleiki fyri, at Danmark skal taka hetta metið. Danmark vann HM í 2019 og aftur í 2021, og í kvøld hevur Danmark vunnið seg í triðju HM finaluna á rað. Harvið hevur Danmark sunnukvøldið, tá ið finalan verður í Stokholm, møguleika at vinna enn eina finalu.

Hvørjum finalan verður ímóti verður avgjørt, nú Svøríki og Frakland spæla hálvfinalu.

Danmark vann 26 – 23 eftir hálvleiksstøðuna 15 – 10.

Danmark legði bragdliga fyri, og Danmark var alla tíðina frammanfyri. Tá ið tað var hálvleikt, var munurin fimm mál, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin aftur fimm mál. Ímóti Noreg megnaði Spania at reisa seg og í síðstu sekundunum at javna og so at vinna í longdari leiktíð. Í kvøld minkaði Spania um munin til 20 – 19 og 21 – 20, men so svaraði Danmark aftur og økti um munin til 25 – 20. Tá sá tað út til, at alt var avgjørt, men spaniumenn reistu seg aftur og minkaðu í handavend um munin til 25 – 23. Tá tiltuskaðu spaniumenn sær brotskast, men Niklas Landin stórbjargaði, og so stórfegnaðust danir um finaluplássið. Í gjár ferðaðust danir við leiguflogfarið úr Stokholm og til Gdansk í Póllandi, og í morgin verður ferðast retur til Stokholm, har finalan verður sunnukvøldið.

Sum so mangan áður, so var tað málverjin Niklas Landin, sum við framúr avriki var mest eyðsýndi danski spælarin. Meðan tað undanfarnu ferðirnar hevur verið álopsspælið, sum hevur verið avgerandi, so var tað í kvøld verjuspælið, ið var serliga eyðsýnt.

Jóhan á Plógv Hansen  var á vøllinum í fimm minuttir í seinna hálvleiki.

Finalan verður sunnukvøldið klokkan 19.30.

 

 

Spania – Danmark 23 – 26 (10 – 15)

Danmark : Simon Bogetoft Pytlick 6, Magnus Saugstrup Jensen 5, Mikkel Hansen 4, Mathias Gidsel 3, Emil M. Jakobsen 3, Magnus Landin Jacobsen 2, Lukas Jørgensen 1, Simon Hald Jensen 1, Niclas Vest Kirkeløkke 1