Danska ungdómsmeistaraheitið: Gull og silvur til Bragdið

Ítróttarfelagið Bragdið vann gull og silvur til danska ungdómsmeistaraheitið í dag

Ragnar Sjúrðarson
2. september 2023 kl. 20:20

Talan var um nógv tær skjótastu føroysku tíðirnar nakarantíð, tá Bragdið vann gull og silvur til danska ungdómsmeistaraheitið í dag.

Jónas Isaksen bleiv nummar eitt við tíðini 10,23 sekund og Eiri Jógvansson Glerfoss varð nummar tvey við tíðini 10,38 sekund. Á triðjaplássinum var Carl Bruce Aabo við tíðini 10,46 sekund.