Danski heilsumálaráðharrin avmyndaður við einari agurk í sínum innara lumma

Barnasending hjá Danmarks Radio var orsøkin, at danski heilsumálaráðharrin gekk runt við einari agurk í sínum innara lumma valkvøldið

(Mynd: Skíggjamynd/DR Ultra Nyt)
Sigurjón Einarsson
3. november 2022 kl. 15:16

Ein heldur øðrvísi mynd hevur stolið yvirskriftirnar í Danmark í dag. Danska blaðið Information hevur eisini myndina á sínari forsíðu í dag:

Hyggur tú nærri eftir myndini omanfyri, so sæst, at danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunick, hevur eina agurk í sínum innara lumma.

Men hví hevur danski heilsumálaráðharrin eina agurk í sínum innara lumma valkvøldið?

Frágreiðingin er at finna í einari barnasending hjá Danmarks Radio – Ultra Nyt.

Ultra Nyt hevði ein vert inni á Christiansborg valkvøldið, og her hevði hon fingið til uppgávu at gjøgnumføra eina missjón við fimm uppgávum. Ein av uppgávunum var at geva danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, eina agurk.

Ultra Nyt er sending til børn og ung, og tað vóru hyggjararnir, ið vóru komin við uppskotinum, at Ultra-verturin skuldi geva forsætisráðharranum eina agurk á valkvøldinum, men tá verturin ikki fann Mette Frederiksen, so gav verturin hana til heilsumálaráðharran ístaðin, ið lovaði at geva agurkina víðari til forsætisráðharran.

Men stutt eftir er Magnus Heunicke avmyndaður við agurkini í innara lummanum.