Danski Holger Rune meistari enn einaferð

Holger Rune vann um vikuskiftið finaluna í Stockholm Open móti ongum øðrum enn Stefanos Tsitsipas. Rune er nú meistari fyri aðru ferð í ár

Holger Rune hevur júst sligið seinasta bóltin í finaluni móti Tsitsipas. Mynd: EPA
Steinar Patursson
24. oktober 2022 kl. 11:00

Tað gongur við rúkandi ferð hjá unga stjørnuskotinum, Holger Rune, og seinnapartin í gjár gjørdist hann fyri aðru ferð meistari, tá hann vann á ongum øðrum enn Stefanos Tsitsipas í Stockholm Open.

Hóast Tsitsipas var seedaður nummar eitt og var greiður favorittur at vinna finaluna, hevði hann einki svar til energiska og flúgvandi spælið hjá Rune, og ungi danskarin tók dystin í tveimum settum við settúrslitunum 4-6 4-6.

Holger Rune var týðiliga  móður í ørmunum, tá hann skuldi lyfta ovurstóra steypið eftir dystin, men tað er kanska heldur ikki nakað løgið í tí, tí um vikuskiftið hevur hann umframt finaluna eisini spælt fjórðings- og hálvfinalu móti ávíkavist Cameron Norrie og Alex de Minaur.

Báðir dystirnir máttu avgreiðast í trimum settum, og serliga dysturin móti de Minaur gjørdist ein tungur umgangur, ið tók tríggjar tímar at fáa avgreitt.

Hetta er aðru ferð í ár, at Holger Rune er meistari á ATP tourinum. Fyrru ferð var í München í mei mánaði. Holger Rune hevur við frálíku avrikunum í ár tikið seg stútt upp eftir styrkilistanum hjá ATP, og við nýggjasta meistaraheitinum er hann komin upp á 25. Pláss, ið er tað hægsta, ið hann nakrantíð hevur ligið á.

Næsta kappingin hjá Rune byrjar í Basel í dag, og longu í morgin skal hann spæla sín fysta dyst. Tað verður móti Alex de Minaur, sum hann sigraði á í hálvfinaluni í Stokkhólmi.