Danski Tour de France sigurin kemur á Netflix

Tour de France sigurin hjá Jonas Vingegaard, telist millum tey allarstørstu brøgdini í danskari ítróttarsøgu. Í 2023 fer Netflix at útgeva røð um túrin, ið bæði byrjaði í Danmark og endaði við donskum sigri

Í dag lendur tann danski Tour de France-vinnarin Jonas Vingegaard í Danmark, eftir at hann hevur súkklað í Evropa í tríggjar vikur og er vorðin eina gula troyggju ríkari. (Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
27. juli 2022 kl. 10:59

Tour de France sigurin hjá 25 ára gamla Jonas Vingegaard, telist millum tey allarstørstu brøgdini í danskari ítróttarsøgu. Tískil verða danir allarhelst fegnir, tá teir frætta, at Netflix ætlar at útgeva ein heimildarrøð um ársins Tour de France, ið byrjaði í Danmark og endaði við donskum sigri.

Í mars, áðrenn donsku súkklararnir gjørdu tað ógjørliga, kunngjørdi Netflix, at tey høvdu gjørt eitt samstarv við A.S.O., ið er felagsskapurin, sum saman við France Télévisions skipar fyri Tour de France og øðrum súkklikappingum.

Tað vera átta partar í røðini, har man fylgjur átta ymiskum liðum, harímillum Team Jumbo-Visma, ið er liðið hjá Jonas Vingegaard. Heimildarrøðin fylgjur liðunum bæði áðrenn, men eisini meðan Tour de France er ígongd. Sambært Netflix, so fylgjur røðin ikki einans súkklarunum, men eisini venjarum og øðrum starvsfólkum, ið eru rundanum súkklararnar. Hetta fyri at hyggjarin skal fáa eitt innlit í øllum tí, sum hyggjarin vanliga ikki sær í sjónvarpinum.

Súkklararnir, harímillum Jonas Vingegaard, hava haft mikrofonir á sær, tá teir hava prátað við fjølmiðlafólk, men eisini í bussinum hjá liðnum, bæði áðrenn og aftaná teinarnar.

Sambært stjóranum í A.S.O., Yann Le Moënner, fara hyggjarar at uppdaga, á hvønn hátt Tour de France umboðar ta størstu avbjóðingina yvirhøvur – serliga viðvíkjandi pínu, at flyta mørk og liðanda. Hann vónar, at røðin fer at vera við til, at fleiri gerast áhugaði í súkkling.

Teir, ið standa aftanfyri røðini, eru teir somu, sum hava gjørt heimildarøðina “Formula 1: Driving to Survive”, ið hevur fingið góð skotsmál. Har snýr tað seg um kappkoyring, heldur enn súkkling. Í “Formula 1: Driving to Survive” fylgjur man eisini koppkoyrarunum, men eisini venjarum og øðrum. Ætlanin við tí røðini, er at vekja áhugan hjá fleiri fyri kappkoyring.

Netflix hevur kunngjørt, at tey fara at satsa uppá fleiri ítróttarheimildarrøðir. Aftrat hesi røðini um Tour de France, so hevur Netflix boðað frá, at tey arbeiða við eini líknandi røð um tennis, har man millum annað fer at fylgja Australian Open.

Heimildarrøðin um heimsins størstu súkklukapping verður væntandi at síggja á Netflix einaferð fyrst í 2023.