Dating appin Grindr kann fáa stóra bót í Noreg

Dating appin Grindr sær út til at fáa eina bót á meira enn 100 milliónir norskar krónur, fyri at hava deilt persónsupplýsingar (GDPR)

Sigurjón Einarsson
27. januar 2021 kl. 10:30

Grindr hevur ikki hildið seg til lógina, tá tað kemur til at deila persónupplýsingar til ein triðja part. Nú kann dating appin vænta sær eina bót fyri hetta.

Tað skrivar tíðindastovan, AP.

Bótin, ið svarar til eitt sindur yvir 71 milliónir krónur, verður givin, tí myndugleikarnar í Noreg meina, at Grindr hevur givið persónsupplýsingar víðari til ein triðjapart, ið skuldu brúka upplýsingarnar til at gera málrættaðar lýsingar.

- Tað norska dátueftirlitið sær hetta sum eina álvarsama sak, sigur stjórin fyri norska dátueftirlitið, Bjørn Erik Thon, sambært AP.

Grindr, sum hevur høvuðssæti í USA, hevur møguleika at koma við einum mótmæli fram til 15. februar, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin.

Fakta um Grindr:

Á Grindr kunnu øll innanfyri ein ávísan radius skriva til hvønn annan.

Grindr hevur verið fyri ákoyringum, tí felagið aftanfyri appina hevur givið persónsupplýsingar víðari til onnur íognarfeløg.

Í 2017 hevði Grindr, ið hevur høvuðssæti í USA, men er eitt kinesiskt felag, 27 milliónir brúkarar kring heimin.