Declare Independence

”Declare independence – raise your flag”

Johan Mortensen
14. juni 2022 kl. 15:15

Soleiðis sang íslendska songkvinnan, Bjørk, í heilsan til Føroyar og sum íslendski forsetin Guðni Jóhannesson fleiri ferðir vísti til í sínari framløgu í Kongshøll herfyri. Framløgan var væl fyriskipað av Fróðskaparsetrinum, og eigur Setrið rós fyri at fáa Forsetan hendavegin.

Guðni røddi um sunnan og mennandi tjóðskap og tjóðarbygging. Hann er ein sera góður og fangandi røðari og hann kom eisini inn á døkku síðurnar, vit síggja í dag av tjóðskapi og so tann positiva, sum Ísland stendur fyri. Hann segði nógv um søgu Íslands og, hvussu stórur framburðurin hevur verið síðan Ísland tók fult frælsi og fekk ræði í egnum landi. Hann var skemtiligur og hevði ikki sørt av sjálvironi um sín leiklut sum óheftur akademikari í nógv ár og so brádliga at gerast forseti Íslands, og hvussu hann tá mátti vanda sær um orðini. Men væl hevur gingist hjá honum, nú hann er forseti á øðrum skeiði, tí íslendarum dáma hann.

Ísland hevur sjálvsálit og torir at vera á altjóða leikvøllum á nógvum økjum; eitt nú Eurovision, ítrótti, vinnulívi og so framvegis. Men eisini á politiska vonginum, har teir millum annað lótu Bobby Fisher fáa friðskjól, og í hesum døgum hýsa teir russisku provokationsbólkinum Pussy Riots, sum noyddist at rýma úr Ruslandi vegna teirra atfinningar móti Ukraina-krígnum, jú, íslendingar tora, og skyldast alt hetta sambært forsetanum teirra støðu sum fræls tjóð.

Ísland hevur eisini fordømt Ukraina-krígnum, júst sum teir talaðu at í 2014, tá russar tóku Krim, og fekk hetta stórar handilsligar avleiðingar fyri Ísland, sum kom Føroyum væl við Ivaleyst fer søgan at endurtaka seg í heyst.

Forsetin segði ikki beinleiðis, at hann helt, at Føroyar skuldu taka loysingina, tað var hann ov diplomatiskur til, men tað var lætt at skilja, hvat hann meinti Føroyar skulu gera, ongantíð ov skjótt; nevniliga at slíta seinasta haftið og fara uppí lið teirra frælsu tjóða og samstarva við allan heimin.

Sum sagt var hetta ein óalmindiliga góð framløga, men tíanverri var Kongshøll ikki fullsett, og eg haldi ikki eg sá nakran Løgtingslim heldur. Spell at so lítil áhugi er her á landi fyri tjóðarbygging og tað sýnist sum, at Føroyar – í allari okkara vælferð - hava fingið eitt akutt slag av politiskum og intellektuellum lobotomi.

Guðni var sera kveikjandi og á veg út úr Kongsins Høll hoyrdi eg alla tíðina Bjørk, har hon messar ”Go to the highest mountain and raise your flag – declare indepence Now” .Tá eg kom út um fekk kalda mai-lotið meg at kyrrast, og tá eg leit yvir á Tinganes kom ein syndugur tanki til mín; fara vit kortini altíð at vera hin norðuratlantiski ”underdog”og eru okkara visjónir um fullveldið Føroyar bert ”the dreams of yesterday”.