Deiggj útgávukonsert í Løkshøll

Stutt fyri jól lat Deiggj nýggja útgávu TÍÐ úr hondum og hon hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum

Tíðindaskriv - Runavíkar kommuna
26. februar 2024 kl. 11:00

Stutt fyri jól lat Deiggj nýggja útgávu TÍÐ úr hondum og hon hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum. Serliga eru tað stakløgini 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini' og 'Kom lat okkum dansa', sum hava verið nógv frammi.

Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri á heysti í 1981, tá hesin nýggi tónleikabólkurin varð settur á stovn. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu nýggja bólkin. Nú meira enn 42 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru enn við í bólkinum. Teir feskastu deiggjarnir hava spælt í ávikavíst 24 og 15 ár við bólkinum. Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum øll hesi árini.

Deiggj hevur í mong verið ein nógv umbiðin cover-bólkur við serligum denti á løg hjá m.a. Uriah Heep og Deep Purple. Men at spæla egið tilfar, hevur í langa tíð verið ein dreymur hjá Deiggj. Hesini dreymurin verður nú til veruleika, tí leygarkvøldið 23. mars kl. 20.00 trína tónleikararnir í Deiggj á pallin í Løkshøll. Við sær hava teir eisini nakrar gestasangarar. Guðrun Sólja fer at syngja hittið 'Hví grætur tú' og hon er eisini við á lagnum 'Kom lat okkum dansa'. Hartil verður Barbara á Tjaldrafløtti við á nøkrum løgum.

Seinast Deiggj høvdu eina líknandi konsert var í SALT á Tvøroyri. Til hesa konsertina var útselt, so vert er at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð. Eisini verður møguleiki at ogna sær nýggju LP´ina. Við hvørjari LP fylgir ein ókeypis fløga.

Teir, ið manna Deiggj, eru:
Dennis Lave, sang
Fróði T. Vestergaard, sang, tangentar og kassagittar
Páll Holm Lave, gittarar og kór
Pætur Mohr Dam, tangentar
Sverri Heinesen, bassgittar
Rani H. Christiansen, trummur

Atgongumerki fáast á loksholl.fo og, um tað ikki er útselt, við dyrnar.