Deyðstalið eftir jarðskjálvtan í Turkalandi og Sýria er nú omanfyri 33.000

Stjórin fyri neyðhjálp hjá ST, Martin Griffiths, hevur mett, at deyðstalið væntandi verður tvífaldað, í stig við at bjargingararbeiði heldur fram

Ragnar Sjúrðarson
12. februar 2023 kl. 16:59

Jarðskjálvtin, ið mánadagin rakti Turkaland og Sýria, hevur nú kostað 29.600 fólkum lívið í Turkalandi. 

Tað upplýsa turkisku vanlukkumyndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters.

Í sýria eru higartil 3.574 fólk staðfest deyð, og harvið er samlaða deyðstalið hægri enn 33.000.

Útlitini fyri at finna fólk á lívið í millum teir niðurrapaðu bygningarnar eru sera vánalig, eftir at jarðskjálvtin náttina til mánadag rakti eitt øki tætt við turkiska milliónabýin Gaziantep.