Dialysukoyringin er nú bjóðað út

Herfyri kom fram, at dialysusjúklingar á Landssjúkrahúsinum vóru alt annað enn nøgdir við koyringina til og frá sjúkrahúsinum í sambandi við viðgerð. Síðan desember mánaða hevur Sjúkraflutningstænastan staðið fyri koyringini, men ætlanin hevur verið, at arbeiðið skuldi bjóðast út til privat vinnurekandi eins og áðrenn ársskiftið. Útboðstilfarið er nú klárt, og leitað verður eftir nýggjum veitara til dialysukoyringina

Steinar Patursson
15. juni 2022 kl. 16:15

Landssjúkrahúsið hevur nú bjóðað út koyringina av dialysusjúklingum í sambandi við dialysuviðgerðir á Landssjúkrahúsinum.

Sum Dimmalætting skrivaði fyri tveimum vikum síðani, hevur stór ónøgd tikið seg upp millum dialysusjúklingar, sum fleiri ferðir um vikuna skulu koyrast til Landssjúkrahúsið at fáa viðgerð.

Bodil Ejdesgaard, ið er ein teirra, sum tríggjar ferðir um vikuna skal til viðgerð, fýltist á, at tænastan var rættiliga óskipað, og ofta kom hon hvørki út á Landssjúkrahúsið til røttu tíð.

Harumframt vóru bilar brúktir, ið ikki vórðu egnaðir til endamálið, og serliga ikki hjá Bodil, sum bæði hevur mist annað beinið og mjødnina hinumegin.

Fram til desember í fjør hevði koyringin verið røktað av einum privatum vinnurekandi, men sambært privata vinnurekandi var tað samstarvið dottið niðurfyri orsakað av ósemjum við leiðsluna á Sjúkraflutningstænastuni.

Sambært bæði Bodil Ejdesgaard og Sigrið Mikkjalsdóttir, skrivara í nýrafelagnum, hevði privata koyringin verið lýtaleys, men tá Sjúkraflutningstænastan tók yvir, lækkaði støðið munandi.

Landssjúkrahúsið boðaði tá frá, at arbeitt hevði verið við at fáa dialysukoyringina bjóðaða út aftur, men at av ymsum orsøkum var hetta arbeiðið ikki komið á mál.

Nú er útboðstilfarið kortini liðugt og lagt út á keypsportalin.