Dialysukoyringin fingið nýggjan veitara

Loksins hevur Landssjúkrahúsið fingið avtalu í lag um dialysukoyringina, og nýggi veitarin fór til verka 1. november

Steinar Patursson
8. november 2022 kl. 11:30

Landssjúkrahúsið váttar, at nú er avtala komin í lag um sokallaðu dialysukoyringina, og at ein privatur veitari fór undir koyringina 1. november í ár.

Dialysukoyring er koyring til og frá Landssjúkrahúsið í sambandi við dialysuviðgerð. Neyðugt er at hava skipaða koyring fyri sjúklingarnar, ið hava tørv á dialysu, tí at dialysa er krevjandi og møðandi viðgerð, ið hevur við sær, at sjúklingarnir eru illa fyri eftir viðgerðina.

Óskil hevur valdað á koyringini í ár, og í Dimmalætting í summar vístu Bodil Ejdesgaard, dialysusjúklingur, og Sigrið Mikkjalsdóttir, skrivari í nýrafelagnum, á, at koyringin var als ikki nøktandi.

Tá var koyringin skipað undir Sjúkraflutningstænastuni, hóast at Landssjúkrahúsið hevði ætlanir um, at privatur veitari skuldi taka sær av hesum.

Tað hevur drigið út at fáa avtalu í lag um dialysukoyringina, og tá Landssjúkrahúsið bjóðaði koyringina í summar, kom einki boð inn.

Landssjúkrahúsið gjørdi tí av at bjóða koyringina út av nýggjum 31. august, og hesaferð er borið á mál.

Landssjúkrahúsið sigur, at tað er Fjarðataxi v/Theodor Poulsen, ið hevur vunnið útboðið, og at hann fór undir koyringina 1. november.

Nýggjur bilur er keyptur til endamálið, og bilurin er komin til landið, sigur Landssjúkrahúsið.

Seks tilboð komu inn upp á koyringina, og sáttmáli er gjørdur við Fjarðataxi á trý ár, umframt at optión er upp á at leingja sáttmálan tvær ferðir eitt ár.