Disney tryggjar sær rættindi til evropeiskar dystir í fótbólti

Fótbóltsfjepparar mugu nú fáa sær Disney+ hald

Fríðmundur Nattestad
16. apríl 2024 kl. 11:00

Mickey Mouse, Pinocchio og Snjóhvíta. Hesi eru summi av nøvnunum, sum renna teimum flestu til hugs, tá tey hugsa um Disney. Í nýggjari tíð hevur Disney so víðkað um sítt innihald, m.a. við at keypa rættindini til Star Wars, og síðani við sínari stroymingtænastu, Disney+, sum roynir at bjóða tænastum sum Netflix av.

Nú flytir Disney seg inn á enn ein nýggja marknað, tí heldur óvæntað hevur risa miðlasamtakið nú tryggjað sær rættindini, til at vísa dystir úr bæði Europa League og Conference League. Tað er danska Tipsbladet, sum ber hesi tíðindini.

Tí verður nú neyðugt hjá føroyingum at fáa sær Disney+ hald komandi kappingarár, um ein vil síggja dystir úr hesum kappingunum.

Enn er ikki greitt, hvar stóra evropeiska kappingin, Champions League, kann stroymast næsta kappingarár. Viaplay, sum í løtuni vísir dystirnar, hevur enn ikki tryggjað sær rættindini til næsta kappingarár.