Dómstólur loyvir manni at vera nakin

Tað var púra eftir reglunum, tá ein maður gekk nakin runt í býnum Alaia í spanska landspartinum Valencia. Tað skrivar tíðindastovan Reuters

Alejandro Colomar gingið nakin út í tí almenna síðani 2020, hevur hann sagt Reuters. (Arkivfoto). - Foto: Eva Manez/Reuters
Dimma.fo
5. februar 2023 kl. 15:36

Hann varð at byrja við dømdur bót fyri at ganga nakin úti alment, men nú hevur hann fingið loyvi frá rættinum, at tað ikki var ímóti reglunum.

Seinni royndi hann at møta upp til rættarmálið nakin.

29 ára gamli Alejandro Colomar, sum maðurin eitur, møtti upp í rættinum bert í stylvum.

Hann varð tó skjótt biðin um at lata seg í klæðir, um hann vildi inn í rættarbygningin.

Í eini fráboðan segði ein hægri dómstólur, at hann hevði kært fyrru avgerðina.

Tí sleppur maðurin undan at betala bótina.

Colomar hevur sagt Reuters, at hann hevur gingið nakin úti í almenninginum síðani 2020. Hann hevur fyri tað mesta møtt vælvild.