Drotningin fyllir 82 ár

Í dag fyllir Margretha drotning 82 ár. Tvey tey seinastu árini hevur einki alment føðingardagshátíðarhald verið fyri var drotningini vegna korona, men í ár forstýraði korona ikki føðingardag hennara.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
16. apríl 2022 kl. 14:04

Í dag var drotning Margretha heiðrað av túsundatals av dønum í góðveðrinum á veranduni á Marselisborg slottinum í Aarhus. Føðingardagsbarnið fyllir 82 ár í dag.

Tvey tey seinastu árini hevur tað ikki borið til hjá kongshúsinum at havt eitt alment føðingardagshátíðarhald fyri drotningini, orsakað av korona. Men í ár var alt sum vant.

Kl 11 føroyska tíð stóðu túsundtals av dønum uttanfyri Marselisborg slottinum í Aarhus, fyri at fagna drotningini. Tá dyrnar vóru latnar upp, steig drotningin smílandi út á veranduna fyri at takka teimum, ið vóru møtt upp. Hon bleiv fagnað við føðingardagssangi og fløggum.

Drotningin var ikki einsamøll á veranduni. Aftanfyri hana stóð krúnprinsurin, Frederik, krúnprinsessan, Mary, og teirra fýra børn.

Tað er ikki einans drotningin, ið fyllir í dag. Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, fyllir eisini í dag. Hann fyllir 50 ár.