Dubai lammað av metnógvum regni

Fleiri eru deyð av óvanliga nógvum regni í Sameindu Arabisku Emiratunum og Oman. Sambært serfrøðingum eru veðurlagsbroytingar ein partur av atvoldini.

Halgir Winther Nagata
18. apríl 2024 kl. 22:00

Myndugleikar hava biðið fólk um at halda seg heima, og vegir liggja undir í vatni. Soleiðis er støðan í Sameindu Arabisku Emiratunum og Oman, har tað var metnógv regn seinastu dagarnar. Tað skrivar The New York Times.

Ferðslan var nógv darvað á altjóða fløgvøllinum í Dubai, sambært CNN. Flogvøllurin er millum heimsins mest vitjaðu. Ferðslan er byrjað at fóta seg aftur, og fríggjadagin skal flúgvast sum vant.

Nógv hava spekulerað at ein orsøk kann vera "cloud seeding", ein tøkni sum Dubai leingi hevur brúkt fyri at fáa meira regn, ið er sera eftirspurt í oyðimørkini har býurin liggur. Men hetta avsannar The Guardian, sum forklárar at ógvusliga mongdirnar av regni ikki kunnu forklárast við hesi tøknini. Hinvegin finst ein meira sannlík forkláring í veðurlagsbroytingum, sum sigast at vera ein stórur partur av atvoldini til nógv óvanlig fyribrigdi veðurlagnum kring heimin seinastu árini.