Earth Hour verður leygardagin

Leygardagin 25. mars verður - í ein tíma - Earth Hour. Endamálið við Earth Hour er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar

Tíðindaskriv
21. mars 2023 kl. 08:56

Leygardagin 25. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30 verður Earth Hour. Endamálið við Earth Hour er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga frá á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál. Átakið hevur verið árliga afturvendandi, síðan tað byrjaði í 2007.

Tórshavnar kommuna hevur síðan 2009 sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars og soleiðis verður aftur í ár. Kommunan sløkkir stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman.

Í samband við Earth Hour í ár verður skipað fyri einum tiltakið í Vesturkirkjuni og einum gongutúri niðan á Oyggjarvegin, sum gongufelagið í Tórshavn leiðir. Í Vesturkirkjuni hugleiðir Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og livandi tónleikur verður. Á Oyggjarvegnum verður eygleitt, meðan ljósini verða sløkt. Á Oyggjarvegnum vera eisini hugleiðingar og livandi tónleikur á skránni, og skótar bjóða kakao og bakstur. Heitt verður á at hava egnan kopp við.

Tiltakið í Vesturkirkjuni og túrurin niðan á Oyggjarvegin eru ókeypis.

Tilmelding fer fram við at seta seg í samband við Visit Tórshavn við at senda teldupost til torsinfo@torshavn.fo ella við at ringja telefon 30 24 25.

Til ber at fylgja við á Earth Hour Tórshavn Facebooksíðuni.