Eygleiðing: Eg eri ein bingo-outsidari

Eg var í bingo í gjár fyri fyrstu ferð, síðan eg var smádrongur. Tað var stuttligt, men hatta geri eg ongantíð aftur

Mynd: Shutterstock
Steinar Patursson
16. desember 2022 kl. 11:42

Bingo er hardcore, og eingin skal fortelja tær nakað annað!

Eg havi bert einaferð verið til bingo fyrr, og tað var tí vit sjálvi skipaðu fyri bingo í sambandi við eina uttanlandsferð á Fynbolejr við gulu skótunum í 1997.

Men nú eg sá, at Djóraverndarfelagið skipaði fyri bingo í Róðraneystinum á Argjum, hugsaði eg, at hetta mátti eg fara til.

Ivaleyst verður okkurt at frætta um virksemið hjá Djóraverndarfelagnum, og so er tað jú fyri eina góða sak, hugsaði eg. Og tað kundi verið spennandi at sæð, hvussu eitt djóraverndarbingo fer fram!

Tað vísti seg, at bingo hjá Djóraverndarfelagnum fer fram eins og øll onnur bingo (gangi eg út frá), og hetta er ikki fyri sartar sálir.

Hóast unnustan og eg drógu miðalaldurin eitt fitt petti niður, so skjótt vit trinu inn í salin á Róðraneystinum, vóru vit ivaleyst millum tey kognitivt mest avbjóðaðu í hølunum. Upplesturin koyrdi við tí h… øði, og meðan vit bæði høvdu ríkiligt við einari plátu í part, sendi flestu onnur bingoprikkar út á tríggjar ella fýra plátur.

Tey flestu í salinum vóru farin langt um tey 70, og bingo man vera av bestu kognitivu venjing, sum fæst, tí eg havi arbeitt náttarvakt á barr í fleiri ár, tá harðast hevur leikað á, og eg hevði ikki klárað at fylgt við, hevði eg havt fleiri plátur enn hesa einu.

 

Bingo verður eisini tikið í allar hægsta álvara, skal eg heilsa og siga. So skjótt fyrsta talið á kvøldinum varð lisið upp, varð rópt úr salinum.

”Tigið!”

”Eingin segði nakað?”

”Jú!!”

Um tað ikki var tøgn áðrenn, so var tað í øllum førum aftaná.

 

Tá vit komu inn í salin, føldist tað beinanvegin, at vit vóru bingo-outsidarar, so at siga, og at vit sótu millum tey garvaðu. Hetta er teirra verð, og í hesari verðini eru nakrar spælireglur, sum øll skilja upp á forhond. Øll uttan vit bæði, eftir øllum at døma, sum máttu niðan aftur til diskin fyri at spyrja, hvussu spælt varð.

Jú, vit fingu greiðu á bingospælinum, men tað er eftir øllum at døma bara ein partur av tí. Eg veit enn ikki, hvat 20 krónuspæl gongur út uppá.

 

Eg hugsaði, at hetta mátti vera eitt gott høvi hjá teimum gomlu at hittast í einum sosialum samanhangi, serliga tá tað tykist, sum at hetta er nakað, sum tey gera hvørja viku.

Men nei! Kanska sótu tvey ella trý lið um lið, um tey komu at spæla bingo saman, men annars skuldi vera eitt tómt setur til tey næstu.

 

Vit fullu kortini í prát við damuna, ið sat yviri av okkum. Ein blíð omma, sum gav okkum leiðbeining av og á, tá vit sóu púra fortapt út.

Hon visti í øllum førum, hvat hetta gekk út uppá, og handalagið var av tí besta, tá hon hegnisliga legði bingoprikkarnar út á tær fýra pláturnar, ið hon hevði. Eisini var hon skjót við magnetini at taka magnetiseraðu prikkarnar upp aftur, tá spælið var av.

Hon megnaði so eisini at vinna tvær ferðir, og annar vinningurin var eitt gávukort. Fyri henni var kortini ikki heilt greitt, hvat gávurkortið var til, og hon rætti tí gávukortið til okkara fyri at vita, um vit kanska vistu.

Jú, tað var eitt gávukort til hundaansing.

”Men eg eigi ongan hund!” svaraði hon.

 

Undan hvørjum spæli drønaði upplesarin gjøgnum vinningarnar, og tvey spøl aftaná at borðfelagi okkara hevði vunnið eitt gávukort til hundaansing, varð lisið upp, at vinningurin fyri eitt rað var ein karamelleskja, vinningurin fyri tvey rað var ein nakkasteik, og vinningurin fyri trý rað var eitt gávukort fyri 500 krónur.

Um hvørt tað var onkur í salinum, ið vildi lúra av, um tey skuldu fáa sær hund, áðrenn viðkomandi vann fulla plátu, veit eg ikki, men onkur rópti og spurdi, hvat gávukortið var til.

”Til okkurt.” var skjóta svarið. Eg fann ongantíð útav, um tað gávukortið eisini var til hundaansing, men eg eigi ongan hund heldur, so tað ger kanska ikki so nógv.

 

Ein óskriva regla í bingo er eftir øllum at døma, at hvørja ferð onkur rópar ”Bingo!”, skalt tú svara við einum langum og drøjum ”ÁHHHHH!” Eisini tá tað er ein seks ára gamal drongur, ið rópar bingo.

”ÁÁÁHHH!”

Men eg haldi, at hann vann eina karamelleskju, so hann man hava tað gott hóast alt.

 

Tá seinasta ”vanliga” bingoplátan varð avgreidd, avráddu vit at fara til hús. Vit hildu, at bingo var nakað, ið tú spældi í ein tíma ella hálvanannan, men nú vóru tríggir tímar lidnir, og klokkan var 22.

Restina av spølunum kundu tey garvaðu hava í friði og náðum.

Hatta var stuttligt, og hatta geri eg ongantíð aftur.