

Arbeiðsloysisskipanin hevði ikki eitt serliga gott ár í fjør.
Nú árið er gjørt upp vísa tølini, at í fjør hevði Als 24,9 milliónir í avlopi. Tað er væl minni, enn tað var í 2021 tá ið avlopið var 134,1 milliónir.
Orsøkin til at avlopið er minkað so nógv, er, at Als misti heilar 113,1 milliónir upp á virðisbrøv í fjør. Men Als er væl bjálvað, tí nú er eginognin hjá ALS komin upp á góða 1,1 milliard
Tað hjálpir væl upp á støðuna, at í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum metlágt. Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið bara 0,8 prosent, sum er tað lægsta nakrantíð í Føroyum.
Tað merkir eisini, at níggjunda árið á rað er arbeiðsloysið í Føroyum tað lægsta í Evropa, og í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum í roynd og veru eitt tað lægsta yvirhøvur í øllum heiminum.
Tað var bara í teimum trimum londunum, Kambodja, Katar og Niger at arbeiðsloysið var lægri, enn tað var í Føroyum.
Arbeiðsloysskipanin sigur, at lágt arbeiðsloysið, nógv arbeiðið og høgar lønir síggjast aftur í inngjaldinum og útgjaldinum hjá ALS.
ALS-gjaldið er eitt prosent og tilsamans vóru inngjøldini í fjør 221,3 milliónir og í 2021 var tað 208,3 milliónir. Orsøkin til vøksturin er, at meiri varð goldið í lønum í fjør enn í 2021.
Samstundis eru útgjøldini støðugt minkaði síðani 2011, tá ið ALS rindaði 308,4 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli. Í fjør vórðu 62,5 milliónir rindaðar í stuðuli.
Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli minkaðu 14,7 milliónir krónum, úr 43,5 milliónum krónum, niður í 28,8 milliónir krónur. Hinvegin vuksu útgjøldini úr fiskavirkisskipanini úr 24,4 milliónum krónum upp í 25,6 milliónir.
Sostatt var útgjaldið úr fiskavirkisskipanini næstan líka stórt sum tann vanligi arbeiðsloysisstuðulin var. Í desembur í fjør var næstan dupult so nógv goldið í arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini sum úr vanligu skipanini.
Skiftisavlopið, sum er munurin ímillum inngjøldini útgjøldini, var 159,6 milliónir krónur í fjør og í 2021 var tað 132,4 milliónir.
Starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu 473.000 krónur, sum svarar til eina hækking upp á trý prosent og tað er áleið tað, sum sáttmálalønirnar hækkaðu.
Annars er tað vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvu árini. Tilsamans vóru rakstrarkostnaðirnir 4,3 milliónir krónur í fjør og tað eru 375.000 krónur minni enn í 2021.
Rakstrarkostnaðirnir í fjør vóru teir lægstu síðani 1995, ella í 27 ár, og samanborið við rakstrarkostnaðirnar hjá donskum arbeiðsloysisskipanum, var ALS aftur í 2022 væl bíligari at reka enn teir donsku skipanirnar.