Ein genta av Argjum og ein drongur úr Havn sleppa í kongligan føðingardag í heyst

Lutakast hevur verið ímillum øll tey, sum meldaðu seg til

Áki Bertholdsen
7. september 2023 kl. 15:41

Tann 15. oktobur fyllur Christan, krúnprinsur í Danmark, 18 ár og í tí sambandi bjóðar hann javnaldrum úr øllum ríkinum í føðingardag.

Eisini tvey ungfólk úr Føroyum sleppa og og tá ið freistin at melda til, høvdu 148 ungfólk melda til, 92 gentur og 57 dreingir.

Nú hevur lutakast verið og teir hepnu vinnararnir, sum sleppa í føðingardag, eru Emma Bech Christiansen av Argjum og Andrias Garðsá í Havn.

Landsstýrið rindar fyri ferð og uppihald.