Ein av okkara fremstu svimjarum fer nú til USA at royna seg

Hetta er sum at fáa ein sáttmála við eitt lið í Premier League, sigur Havnar Svimjifeag

Áki Bertholdsen
15. mai 2023 kl. 11:30

Ein av okkara fremstu svimjarun, Elisabeth Erlendsdóttir, fer nú til USA at royna seg. 

Havnar Svimjifelag sigur, at hon hevur fingið avtalu í lag við Georgia Tech, sum er eitt universitet í Atlanta í Georgia.

Havnar Svimjifelag sigur, at hetta er so stórt, at hetta er sum hjá einum fótbóltsspælara at fáa sáttmála við eitt lið í Premier League.

Elisabeth Erlendsdóttir fór at svimja tá ið hon var seks ára gomul og í Havnar Svimjifelag siga tey, at tað var skjótt at tey sóu, hvussu góð evni hon hevði.

Hon var bara 14 ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð kláraði kravtíðina til eina oyggjaleikir, tað var til oyggjaleikirnar á Gibraltar í 2019. 

Tá var hon yngsta ítróttarfólkið úr Føroyum. Og í fjør vann heiðurslønina »Stjørnuskot 2021« á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipar fyri á hvørjum ári. 

Tey siga, at tey sóu skjótt, at hon mátti uttanlands at fáa sær tær avbjóðingarnar, sum skulu til, fyri at hon áhaldandi kundi menna seg, og hon fór tí yvirum hav á high school, nevniliga á “The Bolles” í Jacksonville Florida, sum er fremsti skúlin innan svimjing í USA. 

Har hevur hon gingið á miðnámsskúla og svomið fyri The Bolles Sharks.

Elisabeth umboðaði Havnar Svimjifelag á Danish Open í ár, har hon svam seg til eina gullnál í 50 metrar rygg við tíðini 29.94 á langbana. Tað svarar til 731 FINA-stig, tað vil siga, at hon upp í 27 prosent av teimum bestu svimjarunumí heiminum í 50 metra rygg á langbana.

Tað gongur so mikið væl hjá henni, at nú hevur hon gjørt munnliga avtalu við universitetið Georgia Tech, um at byrja har komandi ár.

Georgia Tech er høgt í metum ímillum amerikonsk universitet, bæði tá ið tað kemur til tað akademiska og tað ítróttarliga. 

Georgia Tech er í bestu svimjideildini í NCAA, bæði hjá monnum og kvinnum, og er í løtuni styrkismett sum nr. 14 í kappingini hjá kvinnum.

Í 2016 vann Georgia Tech Women’s NCAA Division 1.

 Melanie Margalis, sum hevur gingið á skúla har, var við til at vinna OL-gull í 4x200 frí í Rio 2016, og hon er nú venjari á Georgia Tech. Høvuðsvenjari er Courtney Shealy Hart, sum vann tvey OL-gullheiðursmerkir í Sydney 2000.

– Vit í Havnar Svimjifelag eru sera errin av Elisabeth, sum er eitt fyrimyndarligt umboð fyri felagið og fyri Føroyar. Hon fer aftur í ár at umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar í Guernsey, sigur Havnar Svimjifelag.