Ein bilførari má taka koyrikortið av nýggum og tríggir bilførarar fingu átalu

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í gjár

Áki Bertholdsen
16. september 2023 kl. 11:30

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Streymoynni og í Suðuroy. Løgreglan sigur, at ein bilur varð tikin fyri at koyra beint yvir 110 kilometrar um tíman og tað fær hann 2.000 – 2.500 krónur í bót fyri og hann missur eisini koyrikortið treytað. Sostatt má hann taka koyrikortið av nýggjum annars missur hann tað heilt.

Somuleiðis gjørdi løgreglan ferðslukanning á einum vegastrekki á , fram við Suðuroyar Sjúkrahúsi. Har er bara loyvt at koyra 30, so har skal minni til at fáa klipp í koyrikortið. Tann, sum koyrir 46 fær klipp í koyrikortið og tann, sum koyrir 51, missur koyrikortið treytað.

Har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra beint yvir 40. Løgreglan tók ikki blokkin við á hesum sinni, men teir fingu eina átalu