Ein bleyt loysn mótvegis Russlandi

Uttanlandsnevndin hevur fingið tilmæli frá landsstýrinum um russarasáttmálan

(Mynd: Facebook/Heimafriður)
Árni Gregersen
26. mai 2023 kl. 18:11

Tað er tagnarskylda í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, og tí kann ongin enn fortelja, hvat tað er fyri eitt tilmæli, sum landsstýrið hevur latið nevndini.

Verður lurtað eftir tí, sum hoyrist, so bendir alt á, at sáttmálin við russar ikki verður sleptur. Nakrar reguleringar verða gjørdar, men fiskiveiðusamstarvið fer at halda fram.

Ein av broytingunum verður helst, at russisk skip fara bert at sleppa at vitja havnina í Runavík og ikki aðrar havnir í Føroyum, og so verður eftirlitið við russisku skipunum hert.

Uttanlandsnevndin arbeiðir við málinum um halguna.