Ein dagur stutt frá hermótinum í Ukraina

Sjúrður Skaale hevur vrerið beint viå hermótið í Ukraina

Sjúrður Skaale
30. november 2023 kl. 22:30

Hósdagin var eg við fimm øðrum politikarum (m.ø. Onnu Falkenberg) í Mykolajiv stutt frá hermótinum í Ukraina. Vit vitjaðu fleiri fólk og støð, sum eru viðkomandi fyri kríggið. 

 Her er ein stutt reportasja frá degnum, har eg vísi nakrar avleiðingar av krígnum. Tær eru als ikki so álvarsamar her sum í øðrum býum, men kríggið sæst og merkist kortini allastaðni. 

 Vit vóru eisini nakrar dagar í Moldova, har óttin fyri russiskari innrás eisini er stórur. Moldova er fátækasta land í Europa, men hevur tikið yvir 100.000 ukrainsk flóttafólk. Meira um tað seinni.

Her er eitt stutt filmsbrot frá vitjanini:

https://www.facebook.com/1007932676/posts/pfbid02cwY8wPyt5zMczd4s6pBxyg9G7FsEBaKxLWkKj9ybcFesNbgFZrqdNnWb2zUU5LLNl/?d=n&mibextid=WC7FNe