

Hesa næstu tíðina koma tveir nýggir mans á ting. Men tað verður bara eina stokkuta løtu. Tað eru tveir tingmenn, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, sum hava biðið um farloyvi og hesa tíðina skulu teir hava varafólk á ting fyri seg.
Johan Dahl hevur farloyvi restina av mánaðinum og Árni Skaale fer í farloyvi fyrstu vikina í oktobur.
Tað merkir, at hesar næstu dagarnar kemur gamli kenningurin, Jaspur Langgaard, aftur á ting fyri Sambandsflokkin.
Men fyri Fólkaflokkin er tað Grímur Sundstein, sum tekur sæti á Løgtingi ta fyrstu vikuna í oktobur. Hann fekk 290 atkvøður á løgtingsvalinum og fær nú høvi at royna seg á Løgtingi á fyrsta sinni.
Sundstein er eitt kent fólkafloksnavn – og kendi fólkafloksmaðurin, Jógvan Sundstein, er ommubeiggi nýggja løgtingsmannin.