Ein heimsstjørna til Føroya at hava konsert

Tað verður á Voxbotni í summar

Áki Bertholdsen
19. mars 2024 kl. 08:03

Nú er greitt, at Nick Carter úr Backtreet boys kemur til Føroya at spæla á Voxbotni í summar.

Vit kenna hann frá løgum sum I want it that way og Quit playing games with my heart. Eftir ein steðg uppá sjey ár, hava fjepparir kring allan heim bíðað eftir, at hann aftur fer á pall. Og fer hann nú og í hesum sambandi verður eisini konsert í Føroyum.

Tey, sum fyrireika Voxbotn siga, at hetta verður ein rættilig syngið við løta, tá ið hann fer at spæla tey kendu løgini.

Frammanundan er greitt, at Justin Jesso, Peter A.G, Tobias Rahim og Gobs eisini spæla á Voxbotni í summar