Ein leiðari skal kenna seg sjálvan

R. Michael Anderson gav ráð til leiðarar á Tonik

Fríðmundur Nattestad
3. mai 2024 kl. 14:05

R. Michael Anderson hevur nógvar royndir á baki sum leiðslu "coach". Hann hevur vegleitt stórar fyritøkur sum Uber, Microsoft, Salesforce og PwC. Hann hevur útgivið fleiri bøkur um leiðslu, og so hevur hann eisini eina master útbúgving innan sálarfrøði.

Amerikumaðurin hevði í dag ein áhugaverdan fyrilestur fyri einari fullsettari Kongshøll í Silo, í samband við tøkniráðstevnuna Tonik, har hann greiddi frá ymsum stigum leiðarar kunnu taka, fyri at menna seg sjálvar sum leiðarar.

Eitt, sum Anderson bleiv við at leggja dent á var, at ein góður leiðari er ein persónur, sum veruliga kennir seg sjálvan. Tá fólk eru ótrygg við hvørji tey eru, eru tey ofta antin smæðin ella arrogant. Lykilin, sambært Anderson, er at ligga í miðjuni her, tí tá er ein tryggur við hvør ein er.

- Tá tú ert tryggur við hvørt tú ert, so fært tú eitt natúrligt sjálvsálit, og hetta ger at fólk hava hug at fylgja tær, greiddi R. Michael Anderson frá.