Ein tann kendasti tónleikarin í Danmark til Føroyar at spæla
Hann fer at spæla í Vágsbotni næsta ár
Áki Bertholdsen
15. november 2023 kl. 14:30
Petur A.G. Nielsen er ein hin kendasti tónleikarin í Danmark. Upprunaliga varð hann kendur sum stovnari, og oddamaður í sera vælumtókta tónleikabólkinum, Gnags, men hann hevur eisini givið tónleik út sjálvur, umframt at hann er rithøvundur, eitt nú hevur hann skrivað barnabøkur.
Og nú kemur hann til Føroya at spæla og tað verður á Voxbotni næsta ár, at hann fer at spæla
Fyrireikararnir siga, at hann er føddur í 1952, spælir bæði guitar, bass, harmoniku, klaver og syngur. Hann er pápi og abbi. Hann stovnaði Gnags saman við beiggja sínum longu í 1966 og hava teir útgivið 21 plátur, spælt óteljandi konsertir, vunnið virðislønir og útgivið løg, ið fólk hava tikið til sín sum fólkaogn.