Eingin fólkaatkvøða í Fámjin um at leggja saman við Hvalba og Tvøroyri

 Borgarstjórin vildi hava fólkaatkvøðu, men hann kom í minniluta

Áki Bertholdsen
10. apríl 2024 kl. 20:31

Tað er nú greitt, at tað verður eingin fólkaatkvøða í Fámjin um at leggja saman við Hvalba og á Tvøroyri. Tað hevur bygdaráðið í Fámjin samtykt í kvøld.

Arbeitt hevur verið við at leggja tær tríggjar kommunurnar, Tvøroyri Hvalba og Fámjin, saman í eina kommunu.

Í tí sambandi hevur ein arbeiðsbólkur gjørt tað fyrireikandi arbeiði, og hevur lýst fyrimunir og vansar við eini samanlegging. Arbeiðsbólkurin hevur mælt til, at tær tríggjar kommunurnar leggja saman og hann mælti eisini til, at tað verður fólkaatkvøða í teimum trimum kommununum um samanlegging.

Fyri tveimum vikum síðani samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt at hava fólkaatkvøðu um samanlegging og at heita á arbeiðsbólkin, sum hevur fyrireikað málið, um at orða ein atkvøðuseðil, sum so skal leggjast aftur fyri kommununa.

Í gjárkvøldið samtykti ein ein tepur meiriluti í Hvalbiar bygdaráði tað sama, og í kvøld skuldi so bygdaráðið í Fámjin taka støðu til málið.

Borgarstjórin í Fámjin, Jóanis Lisberg, mælti til at hava fólkaatkvøðu so at fámjingingar fingu høvi til at siga sína hugsan.

Men hann kom í minniluta tí hinir báðir bygdaráðslimirnir Arni Teindal og Arnbjørn í Smiðjuni, taka ikki undir við at hava fólkaatkvøðu á hesum sinni. 

Teir halda ikki málið er búgvið at hava fólkaatkvøðu um, tí fólk vita ov lítið um, hvat tey í roynd og veru atkvøða um. Tí halda teir, at tað skal standa til bygdaráðið, sum verður valt á kommunuvalinum í heyst, at taka støðu til hetta.

Meiri kemur seinni um støðuna hjá bygdaráðslimum í Fámjin, og í Hvalba.