Eingin játtan eftir til ókeypis sálarhjálp

Játtanin fyri í ár til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligariviðgerð til ung í aldrinum 15-35 ár er brúkt. Hesum boðaði Heilsutrygd frá í gjár. Løgtingskvinna og Heilsutrygd eftirlýsa nú eina eykajáttan

Sigurjón Einarsson
1. juli 2022 kl. 12:38

Ókeypis sálarfrøðihjálp til ung í aldrinum 15 - 35 ár byrjaði eftir páskir í fjør. Tá kunngjørdi landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at ein royndarskipan, um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, fór at vera galdandi til 31. oktober í 2023.

Men í gjár kunngjørdi Heilsutrygd, at játtanin til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligariviðgerð er uppi. Hetta merkir, at Heilsutrygd bert kundi rindað fyri viðgerðir til og við í gjár, 30. juni 2022.

– Vit á Heilsutrygd eru sera hørm um støðuna, tí tað vísir seg, at stórur tørvur er á skipanini, og hon hevur virkað væl, skrivar Heilsutrygd á heimasíðu sínari.

Heilsutrygd vísir á, at man upprunaliga ikki hevur mett tørvin so stóran, sum hann nú vísir seg at vera. Harafturat staðfestir Heilsutrygd, at útreiðslurnar serliga hava tikið dik á seg frá mars í ár, og tí hevur verið trupult at mett um gongdina.

– Hetta er ein sera óheppin støða, serliga fyri tey, sum hava tørv á viðgerðini, men eisini fyri sálarfrøðingarnar, sum hava kýtt seg at fáa skipanina at virka væl, skrivar Heilsutrygd í yvirlýsingini.

Á Facebook skrivar Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, at ein eykajáttan má koyrast gjøgnum Løgtingið, so tilboðið til tey ungu millum 15-35 ár framhaldandi kunnu brúka møguleikan um ókeypis sálarhjálp árið út og fyri komandi ár.

– Játtanin fyri í næsta ár má eisini økjast á komandi fíggjarlóg, so hon stendur mát við kostnaðin av royndarskipanini, skrivar hon á Facebook.

Heilsutrygd hevur biðið um eina eykajáttan til virksemið restina av árinum, og hetta arbeiðið er í gongd, sigur Heilsutrygd.

Tilboð til tey ungu
Royndarskipanin um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung í aldrinum 15 - 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, fór í gongd eftir páskir í fjør.

Tilboðið fevnir um øll økir í landinum, og umfatar upp til 12 ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi.

Tað er kommunulæknin, sum ávísir til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, sum annaðhvørt kann vera einstaklingaviðgerð ella bólkaviðgerð.

Fakta um Heilsutrygd

Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd. Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti.

Harumframt umsitur stovnurin Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina.