Eini 100 fólk til føroyskt hátíðarhald í Nuuk

Eisini í grønlendska høvuðstaðnum hildu tey flaggdagin og tað hava ongantíð verið so nógv fólk, sum hesa ferð

Áki Bertholdsen
5. mai 2024 kl. 15:42

Á Flaggdegnum, 25. apríl, vóru flaggdagshald víða hvar kring landið, men somuleiðis varð Merkið eisini hátíðarhildið ymsastaðni í útlondum.

Eisini føroyingafelagið í grønlendska høvuðstaðnum, Nuuk, hátíðarhelt flaggdagin og har vóru eini 100 fólk møtt, og tey siga, at tað er metnógv.

Hátíðarhaldið var í Igaffik, sum er ein bygningur í Nuuk, sum Edvard Niclasen, føroyingur í Nuuk, eigur, og har tað eru skrivstovu og høli, sum kunnu kunnu leigast til ymiskt tiltøk.

Birita í Dali, næstforkvinna í Føroyingafelagnum í Nuuk, sigur, at felagið hevur havt flaggdagshald áður, men tað hevur verið heldur tilvildarligt, hvussu tað hevur verið, alt eftir um nevndarlimir hava verið í býnum, ella ikki.

Men hon sigur, at nú er tað avgjørt ætlanin at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak og næsta ár vóna tey at fáa umboð fyri almennu Føroyar at vera við.

Arnbjørn Olsen og konan, Vera-Lisa. Hann helt flaggrøðuna í ár

Tann, sum helt flaggrøðina í ár, var tvøramaðurin, Arnbjørn Olsen, sum flutti til nuuk í 1986. Arnbjørn hevur sjálvur verið limur, formaður og drívmegin i felagnum í mong ár, og í ár varð hann gjørdur til heiðurslim í felagnum, saman vid konuni Veru-Lisu. 

Fyrrverandi formaðurin í nevndini, Áki Gaardbo Olsen, hevði guitar við og spældi aftur við felagssanginum Av tí at flestu føroyingar í Nuuk eru heima í føroyum á ólavsøku, gjørdu tey av at gera nógv burturúr flaggdagshaldinum ístaðin.

Og Birita í Dali sigur, at tað vóru ikki bara heilir føroyingar sum vóru við, men bæði børn og ommu- og abbabørn hjá føroyinum, sum hava siglt, ella búð í Grønlandi vóru við. 

Gamli skiparin úr Klaksvík, Jakke, var komin á flaggdagshald og hann hevði 14 børn og abbabørn við sær. Her situr hann mitt í rúgvuni við øllum rundan um seg

Eitt nú vóru tey fegin um at síggja gamla skiparan úr Klaksvík, Óli Jákup Petersen, vanliga róptur Jakke á flaggfagshaldinum. Hann hevur búð í Maniitsoq í áratíggjur, á flaggdagshaldinum var hann saman børnum og abbabørnum, tilsamans 15 tali. 

Á flaggdagshaldinum borðreiddu tey við skerpikjøti, turrum fiski, turrum tvøsti og turrum spiki úr Føroyum. 

Næstforkvinnan í Føroyingafelagnum sigur, at tey hava eisini útvegað býbussunum í Nuuk smá føroysk fløgg, sum teir flaggaðu við allan dagin.

Hon sigur, at tað gera teir annars hvørja ferð flaggdagur er, men tey fara eisini altíð á busstøðina uppundir flaggdagin, at minna tey á tað.

Og í roynd og veru er tað eisini Føroyingafelagið, sum hevur útvegað bussunum í Nuuk bæði íslendsk og norska fløgg, sum teir flagga við tá ið teirra hátíðardagur er. 

Føroyingafelagið í Nuuk varð stovnað í 1967 og í nevndini nú er Gimmi Olsen formaður og Birita í Dali er næstforkvinna. Annars eru nevndarlimirnrir Jákup Emil Hansen, Gutti Harrison og Símun Michael Kerlok.

Myndirnar eru frá Føroyingafelagnum í Nuuk