Einir 3000 føroyingar til Berlin at stuðla landsliðnum

Tað verður ein rættilig føroysk fólkafest í Berlin tá ið EM í hondbólti verður har í januar 

Áki Bertholden
1. juni 2023 kl. 15:07

Tað er rættiligur gravgangur ímillum føroyingar eftir at sleppa til Berlin í sambandi við EM í manshondbólti í januar.

Sum øll hava fingið við, avrikaði føroyska landsliðið tað ótrúliga at spæla seg til EM endaspælið og tað er eisini greitt, at liðið fer at fáa hollan stuðul úr Føroyum tá ið dystirnir vera. 

Sum tað sær út nú verða tað eini 3000 føroyingar, sum fara til Berlin at stuðla landsliðnum.

Atlantsflog gjørdi tíðliga av at flúgva nakrar túrar beinleiðis ímillum Føroyar og Berlin í sambandi við dystirnar. Upprunaliga var ætlanin at flúgva tríggjar túrar til Berlin, men teir ferðaselarnir vórðu uppi alt fyri eitt. 

So vóru nakrir túrar lagdir aftur – og so aftur nakrir afturat, og alt varð útselt. So nú, tá ið avtornar, fer Atlantsflog at flúgva 13 túrar til Berlin við føroyingum.

Atlantsflog sigur, at ferðaseðlarnir hava gingið sum heitt breyð, men tey seinastu flogførini eru ikki útseld.

Tilsamans fer Atlantsflog sostatt at flúgva upp í móti 2260 føroyingar til Berlin at hyggja at føroyska landsliðnum. Summi hava atgongumerki til allar dystirnar, onnur vera ikki í Berlin alla tíðina.

Men føroyingar fara eisini til Berlin aðrar vegir enn við Atlantsflogi.

Hondbóltssambandið sigur, at umframt tey sum fara beinleiðis úr Føroyum, eru tað eisini nógvir føroyingar í Danmark, og aðrastaðni, sum fara til Berlin at stuðla landsliðnum.

Ein samanteljing hjá Hondbóltssambandinum vísir at higartil eru tað einir 2500 føroyingar, sum hava tryggjað sær atgongumerki til dystirnar. Men tað eru eisini nógvir føroyingar, sum hava keypt atgongumerki til dystirnar beinleiðis frá EM-fyrireikarunum.

So tá ið føroyska landsliðið fer á vøllin í Berlin hava teir væntandi einar 3000 føroyskar fjepparar á áskoðaraplássunum at stuðla sær.

– Tað verður ein rættiliga, føroysk fólkafest í Berlin, tá ið EM-kappingin verður, sum tey siga í Atlantsflogi.

Roynt verður sjálvsagt at skipa so fyri, at allir føroyingarnir sita so nógv saman, sum tilber. Og sum er, sita føroysku áskoðararnir í sektiónunum 406, 407, 408, 201, 217, 218, 219, 220 og 104.

Øll hava ikki atgongumerki akkurát í hesum sektiónunum, men so hava tey atgongumerki beint við.

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar klokkan 18.00: Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar 20.30: Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar kl. 18.00 : Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

Allar klokkutíðirnar eru týsk tíð.