Einir 70 skúlanæmingar í Klaksvík fóru til sálarfrøðing

Næmingar høvdu nógv ymiskt at dragast við

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 11:11

Royndin at seta sálarfrøðing í skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík, hevur eydnast væl. Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum.

Fyri tveimum árum síðani var ein verkætlan sett í verk, har sálarfrøðingur varð knýttur at skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Talan var um hálvtíðarstarv, ella knappliga tað.

Talan var um eina royndarverkætlan sum skuldi vera í trý ár, frá 2021 til 2024. Men tíverri varð tann fyrsta tíðin nógv merkt av koronu, men hetta seinasta árið hevur royndarskipanin virkað eftir ætlan, sigur landsstýrismaðurin.

Endamálið var at kanna, um ein skipan við sálarfrøðingi í skúlanum fór at menna trivnaðin og hjálpa næmingum, sum høvdu sálarligar trupulleikar.

Endamálið var eisini at kanna, hvørjir fyrimunir eru við at hava sálarfrøðing er í skúlanum, so at tættari samskifti er ímillum sálarfrøðing og tey, sum varða av barninum, nevniliga skúlin og foreldrini.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at higartil hava einir 70 næmingar nýtt skipanina við skúlasálarfrøðingi. Talan er um næmingar, sum hava kent ótta á sær, sum hava verið eitt lættari tunglyntir, sum hava lágt sjálvsvirði, sum hava verið raktir av sorg, ella hava verið merktir av hjúnaskilnaði hjá foreldrunum. Og talan er um næmingar, sum hava verið fyri onkrariskakandi hending. 

– Tað eru serliga teir eldru næmingarnir í skúlanum, sum hava brúkt sálarfrøðingin, sigur landsstýrismaðurin.

Skúlin heldur, at samanumtikið roynist verkætlanin væl, har tað er stutt frá næminginum til sálarfrøðingin, og sostatt er tað eisini skjótt at fáa hjálp.

Skúlin vísir samstundis á, at royndarverkætlanin loysir ikki allar trupulleikar tí tað eru eisini næmingar, sum hava ein tørv, sum skúlin og skúlasálarfrøðingurin ikki kunnu nøkta. Hesir næmingar verða sendir víðari til viðkomandi stovn. 

Royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi á Skúlatrøð verður eftirmett næsta vár, og tá verður samstundis støða tikin til, um skipanin skal halda fram, og um hon eisini skal setast í verk í øðrum skúlum.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ringt at nøkta tann stóra tørv, sum børn og ung hava á sálarfrøðiligari hjálp. 

– Hetta er tí eitt øki, sum eg taki í størsta álvara, og sum eg royni at finna eina loysn á í skúlaverkinum - og í samstarvi við kommunurnar innan dagstovnaøkið, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hann sigur, at hann hevur sett sjøtul á arbeiðið og hevur tikið málið upp bæði við Sernám og kommunurnar.