Einki NFL í donskum sjónvarpi

Viaplay gevst við at vísa amerikanskan fótbólt. – Hetta er sera keðiligt fyri NFL-áhugaðar føroyingar, sigur poddvarpsvertur

Spæliskiparin hjá Los Angeles Rams, Matthew Stafford, fagnar Super Bowl sigurin í ár saman við familjuni. Men nú verður torførari hjá føroyingum at fylgja við í NFL (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
9. august 2022 kl. 12:49

Tey, ið fylgja væl við amerikanskum fótbólti, eru í morgun vaknaði við kaldan dreym. Viaplay, sum hevur havt rættindini at senda NFL, hevur valt ikki at endurnýggja sjónvarpssáttmálan, ið Viaplay hevur havt síðan 2004.  

– Hetta er sera keðiligt fyri NFL-áhugaðar føroyingar, ja, øll NFL-áhugaði í danska kongaríkinum, at Viaplay ikki longur fer at senda amerikanskan fótbólt. Eg dugi eisini illa at ímynda mær, at nakar annar danskur veitari fer at keypa sjónvarpsrættindini til NFL, sigur Arnar Lognberg, ið er poddvarpsvertur á NFL Føroyar.

Arnar vísir á, at við tað, at eingin sjónvarpsrás, sum vit síggja í Føroyum, ikki longur fer at vísa amerikanskan fótbólt, fer nokk at ávirka áhugan hjá fólki at fylgja við í NFL.

– Eg vænti tíverri, at hetta fer at ganga nakað útyvir áhugan, men vit kunnu troysta føroyingar við, at fólk kunnu hoyra okkara NFL-poddvarp, sum kemur út á Spotify hvørja viku, sigur Arnar.

Seinastu mongu árini hevur áhugin millum føroyingar fyri amerikanskum fótbólti verið vaksandi, har borið hevur til at fylgt teimum væluppløgdu donsku vertunum á Viaplay greiða frá og greina dystir og dystarstøður, men nú endar hetta tíðarskeiðið. Sáttmálin, ið Viaplay hevði, gekk út eftir Super Bowl finaluna í februar í ár, og hon verður ikki endurnýggjað.

Arnar Lognberg er ein av vertunum á poddvarpinum, NFL Føroyar

Dýrt at vera NFL-fjeppari
Nú verður tað dýrari at vera NFL-fjeppari í Føroyum, tí einasta alternativ at síggja amerikanska fótbólt er nú gjøgnum stroymingartænastuna hjá NFL, Gamepass.

– Eg havi NFL Gamepass, sum kostar 1.880 krónur fyri alt árið, har til ber at síggja allar dystirnar beinleiðis umframt hæddarpunkt frá øllum dystum, men tað er altso í dýrara endanum. Eg rokni ikki við, at fólk eru sinnaði at gjalda so nógv at síggja amerikanskan fótbólt, men kanska teir mest garvaðu fjeppararnir fara at gjalda fyri eitt Gamepass-árshald, greiðir Arnar Lognberg frá.

NFL-dystir hava verið at sæð á TV3 Sport og 3+, umframt at hæddarpunkt hava verið at sæð á stroymingartænastuni hjá Viaplay.

– Umframt Gamepass, so hevur NFL eisini ein minni pakka, RedZone, sum kostar 545 krónur um árið, har til ber at síggja hæddarpunkt frá ymisku dystunum. Við RedZone verður hoppað frá dysti til dyst, tá tað hendir okkurt í teimum ymisku dystunum, sigur Arnar.

Eisini NFL-serfrøðingurin hjá Viaplay harmast, at NFL nú ikki verður at síggja í donskum sjónvarpi framyvir. Soleiðis skrivar hann á Twitter í morgun.