Julia skal við í kappininga um norðurlendska meistaraheitið

Julia Jacobsen kláraði kravið í kappingini um føroyska meistaraheitið

Áki Bertholdsen
12. apríl 2024 kl. 08:39

Nú er greitt, at eisini Julia jacobsen verður við í kappingini um norðurlendska meistaraheitið fyri unglingar.

Í kappingini um føroyska meistaraheitið tann 30 mars, megnaði Julia Jacobsen kravið til tey norðurlendsku meistaraheitini fyri ung.

Kravið fyri at Julia slapp við var ein tveykampur upp á 157 kilo. Hetta megnaði Julia, tá ið hon í kappingini um tað føroyska meistaraheitið, trekti 70 kilo og stoytti 87 kilo.

Julia hevur vant vektlyfting hjá Stoyt síðan februar í 2022. Hon hevur lagt nógva orku í venjingina og hevur kempa seg fram til hetta flotta úrslitið, sigur styrkifelagið, Stoyt.

Julia venur í suðuroynni, men summi vikuskiftir fer hon til Havnar at venja saman við venjaranum og øðrum lyftarum hjá Stoyt. 

Tað norðurlendska meistaraheitið fyri ung verður í Keypmannahavn tann 15. - 16. novembur. Men áðrenn Julia fer avstað, hevur hon aðrar kappingar á skránni. Um 10 dagar skal hon vera við í tí kappingini um danska meistaraheitið fyri vaksin. Her er málið hjá Juliu at lyfta seg fram á eitt bronsu heiðursmerkið.

Afturat danmark meistaraheitinum skal Julia eisini vera við í International Women Weightlifting Grand Prix í Baden, Eysturríki tann 22 august, sigur stoyt.