Eitt ár og sjey mánaðir fyri at smugla hash

Ein 43 ára gamal maður bleiv í Føroya Rætti í gjár dømdur eitt ár og sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað umleið 15 kilo av hashi til Føroya við tí í hyggju at selja víðari. Maðurin, sum er danskari, játtaði seg sekan

Steinar Patursson
10. november 2022 kl. 08:34

Maðurin kom til Føroya við Norrønu 10. oktober í ár. Í bilinum, sum maðurin hevði við, fann politiið omanfyri 15 kg. av hashi. Hashið var goymt í einum loyniligum rúmi undir viðførisrúminum. Bilurin var serliga bygdur til smuglingina, millum annað soleiðis at lúkan til loyniliga rúmið kundi latast upp frá førarasetrinum. 

Ákæruvaldið kravdi, at bilurin, sum var nýttur til smuglingina, bleiv inndrigin. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Nøgdin av hashi, sum maðurin hevði við til Føroya, er tann størsta, sum politiið hevur tikið í einari atsókn tey seinastu nógvu árini, og hevur eitt søluvirði á gøtuni millum 3,75 milliónir krónur og 4,5 milliónir krónur.

Politiið kannar enn málið og í løtuni eru fleiri onnur, sum eru skuldsett í málinum. 

Maðurin móttók dómin.