Eitt herverk og ein ávirkaður bilførari

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið friðarligt

Áki Bertholdsen
23. apríl 2024 kl. 07:46

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið lutfalsliga friðarligt hjá løgregluni. Løgreglan sigur, at seinnapartin í gjár varð ein rútur brotin í einum skeinkistaði í mibýnum í Havn. 

Men tey siga, at onkur hevði sæð hvør tað var, so løgreglan hevur tikið mannin og skuldsett hann fyri harverk.

Í nátt var løgreglan norðan fyri og kannaði ferðsluna. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum ella heilivági, og ein bilførari fekk bót tí lyktirnar á bilinum vóru ikki eftir forskriftunum.